Powered by RND
PodcastsNewsMánadagsmorð

Mánadagsmorð

Kringvarp Føroya
Mánadagsmorð
Latest episode

Available Episodes

3 of 3
  • 3. Partur - Kim Wall
    Nú Kim og sjeikurin skjótt skuldu flyta til Kina, vóru tey í holt við at fyrireika eina farvælveitslu fyri familjunum hjá teimum, tá Kim fekk eini sms boð frá kenda danska kavbátsbyggjaranum Peter Madsen. Kim hevði vónað at sloppið umborð á kavbátin Nautilus í langa tíð, og hóast gestirnir næstan vóru á gáttini, avgjørdi hon, at kvika sær ein túr oman á keiina at møta Peter og fáa eitt journalistiskt prát við hann umborð á kavbátinum. Sjeikurin var spentur hennara vegna, og eftir at hava koyrt hana oman á keiina, fór hann heimaftur at bjóða gestunum innar og byrja veitsluna sjálvur. Familjurnar og sjeikurin hugnaðu sær heima í veitsluni meðan tey bíðaðu eftir at Kim skuldi koma aftur, óvitandi um, hvørjar ræðuligar gerðir Kim í somu løtu var offur fyri...
    --------  
    27:58
  • 2. Partur - Emilie Meng
    Tað var tíðliga um morgunin hin 10. Juli 2016. Endaligu royndirnar vóru endiliga farnar framvið og summarfrítíðin var skotin ígongd. Eftir at hava verið í býnum saman við vinfólki og feiðrað at summarið var komið, gekk ein 17 ára gomul genta einsamøll heimeftir frá tokstøðini. Hendan gentan æt Emilie Meng, og hon náddi ongantíð at koma heim...
    --------  
    13:42
  • 1. partur - Lisa Holm
    Fyrsti partur av Mánadagsmorð er um morðið á einans 17 ára gomlu Lisu Holm úr Svøríki. Lisa hevur stutt síðan fingið eina spildurnýggja knallert í gávu frá pápa sínum, og saman hava tey í eina tíð vant at koyra 40 minuttir longu leiðina til kafeina, har Lisa arbeiður. Seinnapartin 7. juni skal Lisa fyri fyrstu ferð koyra heim uttan pápa sín við sína lið, og pápin situr spentur og bíðar eftir at síggja Lisu, men Lisa kemur ongantíð heim...
    --------  
    17:12

More News podcasts

About Mánadagsmorð

Mánadagsmorð er títt obligatoriska true crime-fiks.
Podcast website

Listen to Mánadagsmorð, Politics Now and many other podcasts from around the world with the radio.net app

Get the free radio.net app

  • Stations and podcasts to bookmark
  • Stream via Wi-Fi or Bluetooth
  • Supports Carplay & Android Auto
  • Many other app features

Mánadagsmorð: Podcasts in Family

Social
v7.23.7 | © 2007-2025 radio.de GmbH
Generated: 9/8/2025 - 9:12:33 PM